
- This tiltak has passed.
Vísindavøka á ferð í Suðuroy mikudagin 6. mars
06/03/2024 @ 12:00 - 15:00
Mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy.
Hetta er við tiltaki, sum skuldi havt verið síðsta heyst, men sum var útsett vegna veður.
Tað verða tvey tiltøk, kl. 12.00 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og kl. 19 í Miðlatúni í Vági.
Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør.
Framløgurnar verða hesar:
Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í SuðuroyHelgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
Alduorka í FøroyumBárður Joensen, Fróðskaparsetrið
Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastunaTurið Jacobsen, gestagranskari, FróðskaparsetriðØll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Vísindavøka á ferð í Suðuroy mikudagin 6. mars – (gransking.fo)