Onki úrslit at finna.
Search by

Fyrsta undirvísing í Havn

Í gjár, 24/8, hevði heilsuhjálparaflokkkurin, sum byrjaði tann 3. august í ár, sín fyrsta undirvísingardag í Havn. 


Størsti parturin av undirvísingini hjá hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum.

Undirvísingin fer fram á Sjóvinnuskúlanum.   

Skúlaárið er av álvara byrjað og 53 næmingar eru byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð.

Á myndini vanta nakrir næmingar. Tilsamans eru tað 18 næmingar, sum taka heilsuhjálparaútbúgvingina, við staðseting í Havn.