Onki úrslit at finna.
Search by

Heilsuhjálparaútbúgving við førleikameting

Hevur tú starvsroyndir innan heilsuhjálparaøkið og ert yvir 25 ár, kanst tú søkja um førleikameting og fáa ein part av ella møguliga allan starvsliga útbúgvingarpartin til heilsuhjálparaútbúgvingina góðskrivaðan. 

Hevur tú tær røttu starvsroyndirnar, kanst tú taka ástøðiliga útbúgvinginarpartin út í eitt og gerast heilsuhjálpari eftir einum hálvum ári, lutvíst við undirvísing á skúlanum og lutvíst við fjarundirvísing.

Vanliga tekur heilsuhjálparaútbúgvingin 15 mánaðir, sum umfatar bæði skúlagongd og verkliga læru. Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjarar til heilsuhjálparaútbúgving tvær ferðir um ári, í januar og í august. 

Freistin at søkja um upptøku til heilsuhjálparaútbúgving á Heilsuskúla Føroya, at byrja í januar 2023, er 1. november 2022.. 

Freistin at søkja um førleikameting í sambandi við heilsuhjálparaútbúgving er 1. november 2022.

Tú søkir um førleikameting til heilsuhjálparaútbúgving á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni, við at útfylla frymilin, ið er at finna her: https://vegleiding.fo/175