Onki úrslit at finna.
Search by

Landsstýriskvinnan, okkara starvsfelagi!

Fríggjadagin 8. novembur var ein serligur dagur á heilsuskúlanum. Hendan dagin varð okkara kæri og dugnaligi starvsfelagi tilnevnd sum landstýriskvinna í Heilsumálum.

Vit vórðu øll tikin av bóli, tá ið tíðindini frættust, hóast fleiri okkara høvdu hugsað tankan, at tað møguliga fór at vera hon, ið bleiv tilnevnd.

Vit, sum hava starvast saman við Súsonnu í fleiri ár vita hvussu nærløgd, ágrýtin og eldhugað hon er í øllum, sum hon tekst við, og ivast onga løtu í, at heilsuverkið er í góðum hondum hjá henni.

Ikki kann sigast annað enn, at vit eru sera stolt av at “eiga” ein starvsfelaga í landsstýrinum, og hóast vit fara at sakna Súsonnu, ynskja vit henni allarbestu eydnu og blíðan byr í nýggja starvinum sum landstýriskvinna.