Onki úrslit at finna.
Search by

Løgmaður á vitjan

Heilsuskúli Føroya og Miðnám Suðuroy hava í dag havt vitjan av løgmanni, Aksel V. Johannesen.

Endamálið við vitjanini var at geva næmingum og lærarum á Skúladeplinum í Suðuroy høvi at seta løgmanni spurningar um eitt hvørt, ið er viðkomandi fyri okkum á skúlunum.

Lærararnir á heilsuskúlanum brúktu fyrst og fremst hetta høvi til at tosa við løgmann um løn undir útbúgving, sum lærarar og leiðsla á heilsuskúlanum meta, er av stórum týdningi, at tað kemur í verk sum skjótast.

Harumframt varð lagt fram ynski um at fáa bygt eitt næmingaheim til næmingarnar, sum er eitt ynski frá lærarum og næmingunum, bæði á heilsuskúlanum og Miðnám í Suðuroy.

Næmingarnir fingu eisini høvi at seta løgmanni spurningar, og spurdu tey um alt frá stríðnum í miðeystri til streykuna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Heilsuskúli Føroya takkar løgmanni fyri vitjanina.