At tulka málini fyri starvsvenjing – ein vegleiðing
Føroyska útbúgvingin hevur somu mál í starvsvenjingini sum tann danska, tí kann “Praktikbogen” nýtast beinleiðis í vegleiðingini. Vegleiðarin eigur at tryggja sær, at bókin sum verður nýtt, svarar til málini í starvsvenjingini.
Bøkurnar vegleiða um, hvussu ein kann náa málunum í dagliga arbeiðinum.
Næmingarnir keypa bókina tá tey byrja útbúgvingina og skulu taka hesa fram í starvsvenjingini.
Fyri at nýta málini og støðismetingina í verki, krevst vitan um hesi 4 punkt
2. Lyklaorð/sagnorð
1. Taksonomi
3. Støði (próvtalsstigin)
4. Operationalisering
Niðanfyri er greitt frá, hvussu punktini verða nýtt í verki.
Skúlin hevur av og á temadagar, ið vegleiða viðvíkjandi tulking av málum. Eisini kann umbiðjast at temadagur verður hildin fyri tykkara arbeiðsplássi, um tit ynskja tað.
Punkt 1, taksonomi
Í støðismetingunum (málunum) verður brúkt ein ávís taksonomi – stigvíst vaksandi krøv – ið næmingurin skal røkka í málunum fyri starvsvenjingina.
Í heilsuhjálparaútbúgvingini eru stigini hesi:
Starvsvenjing I : Kunnleika til
Starvsvenjing II : Hegni og førleika til
Í heilsurøktaraútbúgvingini eru stigini hesi:
Starvsvenjing I: Kunnleika til
Starvsvenjing II: Hegni til
Starvsvenjing III: Førleika til
Í starvsvenjing hjá heilsurøktarum skal næmingurin arbeiða við øllum stigum í øllum starvsvenjingum, av tí at tað eru serøkir. Í seinastu starvsvenjing skulu øll málini vera nádd á støði “førleika til “.
Sí bøkurnar Lærebog i praktikken fyri at finna frágreiðing fyri hugtøkini:
kunnleika, hegni, førleika (“begynder ” rutineret” “avanceret” )
Málini eru tey somu fyri starvsvenjingarpartarnar 1, 2 og 3, men TAKSONOMIIN avgerð hvussu langt næmingurin skal vera komin áleiðis at náa málunum og avgerð sostatt hvussu næmingurin skal metast.
Punkt 2, lyklaorð/sagnorð
Finn lyklaorð /sagnorð, ið eru umráðandi orð í mun til førleikaøki:
Vegleiðarin skal nýta lyklaorðini (sagnorðini) í málinum, til at vegleiða næmingin í sínum ábyrgdarøki. Lyklaorðini siga hvør uppgávan er í málinum. Ella við øðrum orðum, hvørjar uppgávur heilsurøktarin hevur og skal duga.
Dømi mál 12 heilsurøktaraútbúgvingin: (sagnorð)
“At næmingurin eftir galdandi reglum á starvsvenjingarstaðnum og eftir tillutan av uppgávum, sjálvstøðugt skamtar og gevur heilivág, umframt eygleiðir árin og hjáárin og kunnar um heilivágin, skjalfestir og ger sítt til, at borgarin/sjúklingurin samstarvar í samband við at taka heilivág.”
Punkt 3, støði:
Næmingurin fær IKKI eitt talmet fyri starvsvenjingina. Men umhugsast skal hvørjum støði næmingurin er á, um avrik eru “sera væl nøktandi” ella “júst nøktandi”.
Avkrossing verður gjørd í støðismetingini.
Støðið verður vegleiðandi mett eftir orðum í próvtalsstiganum, ið er aftast í “støðismetingini” fyri starvsvenjing. Talmet verður ikki givið, men støðið er, sum avkrossingin vísur.
Dømi um støðismeting:
Avrik ið eru sera væl nøktandi – (vegleiðandi próvtal 12)
Avrik ið júst eru nøktandi – (vegleiðandi próvtal 02)
o.s.v
Minsta krav fyri at vera staðin, “Avrik ið eru júst nøktandi”
Vegleiðingar til próvtølini í støðismetingini siga greitt hvat MINSTA MARK ER fyri nær næmingurin ikki stendur útbúgvingina. Orðini til próvtalstigan skulu nýtast tá næmingurin fær afturmeldingar.
Tá støði er ásett:
Næmingur skal, tá støði er ásett, hava skrivligar metingar at hava við sær til næsta starvsvenjingarstað, sum klárt vísa honum á, hvat hann skal umhugsa fyri at betra sítt avrik, í mun til málini.
Dømi um skrivliga afturmelding í støðismetingini, skulu orðini í próvtalstiganum og málunum verða nýtt, dømi:
“Í mun til mál nr. 12 kanst tú í ávísum førum arbeiða sjálvstøðugt við at skamta og geva heilivág, Tú skalt arbeiða við at fáa betur hegni (taksonomi) til at eygleiða árin og hjáárin í samband við heilivág…”,
Punkt 4, operationalisering:
Formellu málini fyri starvsvenjing skulu umgerast til dagligdags arbeiðsuppgávur, “operationalisering”
Nýt bøkurnar Lærebog i praktikken trin 1 og trin 2, sum íblástur.
Uppgávurnar í bókunum er uppskot, og ikki tann endaligi sannleikin. T.v.s at aðrar uppgávur eisini kunnu liggja undir málunum, alt eftir hvat arbeiðspláss næmingurin er á.