Onki úrslit at finna.
Search by

Vælkomin í skúla!

Spildurnýggir heilsurøktaranæmingar á fleksleistinum.

Mánadagin 17/8 byrjaðu 3 flokkar á Heilsuskúla Føroya. Ein námsfrøðihjálparaflokkur, ein heilsuhjálparaflokkur og ein heilsurøktaraflokkur. Frammanundan er ein heilsuhjálparaflokkur byrjaður fyrst í august.

Tilsamans eru 53 næmingar byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð.

Tað serliga við nøkrum av flokkunum í ár er, at tann eini heilsuhjálparaflokkurin skal taka størsta partin av undirvísingini í Havn, meðan heilsurøktaraflokkurin er skipaður eftir einum heilt nýggjum leisti, tað vit kalla fleksleistur.

Tað er altíð ein serligur rómur í skúlanum, tá ið nýggir flokkar byrjað. Lærararnir eru spentir at taka ímóti nýggjum fólki, meðan næmingarnir bæði eru spentir og kanska eitt sindur fjálturstungnir. Teir fyrstu dagarnar verður skipað fyri innleiðslu , fyri at tryggja, at næmingarnir fella væl til.

Niðanfyri eru myndir frá fyrstu døgunum.