Onki úrslit at finna.
Search by

Til vegleiðarar

Ein vegleiðari skal kunna seg gjølla um útbúgving og reglur sum finnast í Námsskipan og útbúgvingarbókini, áðrenn móttøku av næmingum.

Starvsvenjingarplássið skal yvirskipað gera mannagongdir fyri móttøku av næmingum, lestrarumhvørvi o.s.frv.  og skal formelt góðkennast av skúlanum, sambært Námskipani.

Vegleiðaraskeið verða árliga hildin á skúlanum, har vegleiðarin m.a. lærir at tulka málini fyri starvsvenjing. 

Á vegleiðaraskeiðnum verður eisini gjøgnumgingið hvat tað vil siga at vegleiða ein næming.

Málini fyri starvsvenjingina eru at finna í “støðismetingini” – ið metir “støði” hjá næminginum í starvsvenjingini.