Onki úrslit at finna.
Search by

At tulka málini fyri starvsvenjing – ein vegleiðing 

Bøkur til at arbeiða við málum fyri starvsvenjing.
 

Støðismetingarnar finnur tú her

Praktikbogen finnur tú her

Forlag: Munksgaard, nýggjasta útgáva. 

Hesar bøkur eru nýggjar og skulu nýtast tá útbúgvingin broytist frá januar 2019. 

Bøkurnar vísa beinleiðis til somu mál, ið verða nýtt í starvsvenjing í føroysku útbúgvingini. 

Bøkurnar vegleiða um, hvussu ein kann náa málunum í dagliga arbeiðinum.

Føroyska útbúgvingin hevur somu mál í starvsvenjing sum tann danska, tí kann bókin nýtast beinleiðis í vegleiðingini.

Vegleiðarin eigur at tryggja sær, at bókin sum verður nýtt, svarar til málini í starvsvenjing.

Næmingarnir keypa hesa bókina tá tey byrja útbúgvingina og skal taka hesa fram í starvsvenjingini. 

Fyri at nýta málini og støðismetingina í verki, krevst vitan um hesi 4 punkt

1. Taksonomi 

2. Lyklaorð/sagnorð

3. Støði (próvtalsstigin)

4. Operationalisering 

Niðanfyri er greitt frá, hvussu punktini verða nýtt í verki.  

Skúlin hevur av og á temadagar, ið vegleiða viðvíkjandi tulking av málum. Eisini kann umbiðjast at temadagur verður hildin fyri tykkara arbeiðsplássi, um tit ynskja tað. 

Punkt 1, taksonomi 

Í støðismetingunum (málunum) verður brúkt ein ávís taksonomi – stigvíst vaksandi krøv – ið næmingurin skal røkka í málunum fyri starvsvenjingina.

Í heilsuhjálparaútbúgvingini eru stigini hesi:

Starvsvenjing I : Kunnleika til

Starvsvenjing II : Hegni og førleika til

Í heilsurøktaraútbúgvingini eru stigini hesi:

Starvsvenjing I: Kunnleika til

Starvsvenjing II: Hegni til

Starvsvenjing III: Førleika til

Í  starvsvenjing hjá heilsurøktarum skal næmingurin arbeiða við øllum stigum í øllum starvsvenjingum, av tí at tað eru serøkir. Í seinastu starvsvenjing skulu øll málini vera nádd á støði “førleika til “.

Sí bøkurnar Lærebog i praktikken fyri at finna frágreiðing fyri hugtøkini:

kunnleika, hegni, førleika (“begynder ” rutineret” “avanceret” )

Málini eru tey somu fyri starvsvenjingarpartarnar 1, 2  og 3, men TAKSONOMIIN avgerð hvussu langt næmingurin skal vera komin áleiðis at náa málunum og avgerð sostatt hvussu næmingurin skal metast.

Punkt 2, lyklaorð/sagnorð

Finn lyklaorð /sagnorð, ið eru umráðandi orð í mun til førleikaøki:

Vegleiðarin skal nýta lyklaorðini (sagnorðini) í málinum, til at vegleiða næmingin í sínum ábyrgdarøki. Lyklaorðini siga hvør uppgávan er í málinum. Ella við øðrum orðum, hvørjar uppgávur heilsurøktarin hevur og skal duga.

Dømi mál 12 heilsurøktaraútbúgvingin: (sagnorð)

“At næmingurin eftir  galdandi reglum á  starvsvenjingarstaðnum  og eftir tillutan av uppgávum,  sjálvstøðugt skamtar og  gevur heilivág,  umframt eygleiðir árin og hjáárin og kunnar  um heilivágin, skjalfestir og ger sítt til, at borgarin/sjúklingurin samstarvar í samband við at taka heilivág.”

Punkt 3, støði:

Næmingurin fær IKKI eitt talmet fyri starvsvenjingina. Men umhugsast skal hvørjum støði næmingurin er á, um avrik eru “sera væl nøktandi” ella “júst nøktandi”.

Avkrossing verður gjørd í støðismetingini.

Støðið verður vegleiðandi mett eftir orðum í próvtalsstiganum, ið er aftast í “støðismetingini” fyri starvsvenjing. Talmet verður ikki givið, men støðið er, sum avkrossingin vísur.

Dømi um støðismeting: 

Avrik ið eru sera væl nøktandi – (vegleiðandi próvtal 12)

Avrik ið júst eru nøktandi – (vegleiðandi próvtal 02)

o.s.v 

Minsta krav fyri at vera staðin, “Avrik ið eru júst nøktandi”

Vegleiðingar til próvtølini í støðismetingini siga greitt hvat MINSTA MARK ER fyri nær næmingurin ikki stendur útbúgvingina. Orðini til próvtalstigan skulu nýtast tá næmingurin fær afturmeldingar. 

Tá støði er ásett: 

Næmingur skal, tá støði er ásett, hava skrivligar metingar at hava við sær til næsta starvsvenjingarstað, sum klárt vísa honum á, hvat hann skal umhugsa fyri at betra sítt avrik, í mun til málini.

Dømi um skrivliga afturmelding í støðismetingini, skulu orðini í próvtalstiganum og málunum verða nýtt, dømi:

“Í mun til mál nr. 12 kanst tú í ávísum førum arbeiða sjálvstøðugt við at skamta og  geva heilivág,  Tú skalt arbeiða við at fáa betur hegni (taksonomi) til at eygleiða árin og hjáárin í samband við heilivág…”,

Punkt 4, operationalisering:

Formellu málini fyri starvsvenjing skulu umgerast til dagligdags arbeiðsuppgávur,  “operationalisering” 

Nýt bøkurnar Lærebog i praktikken trin 1 og trin 2, sum íblástur.

Uppgávurnar í bókunum er uppskot, og ikki tann endaligi sannleikin. T.v.s at aðrar uppgávur eisini kunnu liggja undir málunum, alt eftir hvat arbeiðspláss næmingurin er á.