
Heilsuhjálparaútbúgvingin
Lesnaður til heilsuhjálpara byrjar í apríl og august. Útbúgvingin er samansett av tveimum ástøðum á tríggjar mánaðir og tvær starvsvenjingar á tríggjar mánaðir. Útbúgvingin tekur 15 mðr.
Útbúgvingarlongd
Starvsvenjing
Skúlabyrjan
Umsóknarfreist
Um heilsuhjálparaútbúgvingina

Á útbúgvingini lærir tú um røkt, umsorgan og stuðul til dagligt virksemi við støði í lívssøgu borgarans. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast í heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið. Heilsuhjálparaútbúgvingin gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina..
Bygnaður av útbúgvingini

Útbúgvingin er sett saman av tveimum skúlaskeiðum og tveimum starvsvenjingarskeiðum. Í skúlaskeiðunum hevur tú hesar lærugreinar:
Almennar lærugreinar
- Danskt D
- Enskt C
- Føroyskt C
- Náttúrulæra D
Yrkislærugreinar
- Leiklutur heilsuhjálparans
- Møtið við borgaran
- Røkt
- Endurmenning
Minsta krav fyri upptøku er 9. flokkur og eitt ára arbeiðsroyndir av onkrum slagi ella 10. flokk. Mett verður sum heild, um umsøkjarin er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.
Tað er ikki eitt krav at tað er arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast. Arbeiðsroyndir skulu váttast av arbeiðsgevara og sendast við umsóknini.
Í heilsuhjálparaútbúgvingini skal næmingurin til munnliga próvtøku 2 ferðir, í einari yrkislærugrein
ella einari almennari lærugrein, ið Mentamálaráðið trekkir út, harumframt í tvørgreinaligari verkligari
uppgávu.
Øll, sum eru yvir 18 ár, hava rætt til peningaligan stuðul undir útbúgvingini.
Søkir tú um løn undir útbúgving les meira her.
Skalt tú søkja um studning, sjá kunning á www.studni.fo
Framtíðar møguleikar

Eftir lokna útbúgving eru arbeiðsøkini í høvuðsheitinum:
- Heimatænastan
- Ellis- og røktarheim
- Sambýlir
- Stuðulstænastan
Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.
Søk her, valmøguleikar:

Hevur tú vangan, søk her:
Nú kunnu øll søkja inn á Heilsuskúlan gjøgnum appina Útbúgvingar
Hevur tú IKKI Vangan, fylg hesi vegleiðing:
Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.
Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.
Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.
Løn undir útbúgving

Næmingar á heilsuskúlanum kunnu fáa løn undir útbúgving. Hetta krevur, at tú fært sáttmála við eitt arbeiðspláss. Sí útbúgvingarsáttmálan.
Lønin til heilsuhjálparanæmingar, galdandi frá 1.okt 2025, er 14.623 kr.
Tú skalt sjálv/sjálvur venda tær til eitt arbeiðspláss. Tað er sostatt tín ábyrgd at biðja um sáttmála, men Heilsuskúli Føroya vegleiðir teg fegin.
Ynskir tú vegleiðing, ella hevur tú spurningar um hetta, kanst tú venda tær til Heilsuskúlan á heilsuskulin@skulin.fo ella á telefon 614210.
Útbúgvingarsáttmáli

Um tú ynskir at fáa løn undir útbúgvingin, er neyðugt hjá tær at fáa ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara.
Tað er ráðiligt, at seta seg í samband við tey arbeiðspláss, tú ert áhugað/ur í at gera sáttmála við, nakrar mánaðir innan tú ætlar tær undir útbúgving. Í nógvum førum skal ein førleikameting gerast, har longdin á sáttmálanum eisini verður avgjørd.
Útbúgvingarsáttmálan finnur tú her.
Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við Heilsuskúla Føroya. Tá sáttmálin er útfyltur og undirskrivaður, skal hann sendast til heilsuskulin@skulin.fo