Um tú vilt gera mun ...

Hendingar og nýtt

 

Heilsuhjálpara ella heilsurøktara?

 

Heilsuhjálparin veitir borgarum stuðul til røkt og dagligt virksemi á ellisheimum, sambýli ella í egnum heimi. Gevur atgongd til heilsurøktara. Upptøkukrav: 10. flokkur, ella 9. flokkur og 1 ár við arbeiðsroyndum. Varir 15 mánaðar.

Heilsurøktarin veitir borgarum heilsurøkt og sjúkrarøkt innan Almanna- og heilsuverkið. Gevur atgongd til fleiri víðari útbúgvingarUpptøkukrav: Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur miðnámsútbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir. Varir 22 mánaðar.


Vikuætlan fyri útbúgvingar

 

Hvat er annars munurin á útbúgvingunum?