Onki úrslit at finna.
Search by

Heilsurøktaraútbúgving

Lesnaður til heilsurøktara byrjar í februar og august. Útbúgvingin er samansett av trimum ástøðum á tríggjar mánaðir og tríggjar starvsvenjingar á tríggjar mánaðir. Útbúgvingin tekur 22 mðr.

Útvúgvingarlongd

22 mðr.

Starvsvenjing

Tríggjar ferðir tríggjar mðr.

Skúlabyrjan

Feb / aug

Umsóknarfreist

1. nov/15. mar

Umsóknarblað

Søkir tú inn til heilsurøktaraútbúgvingina ið byrjar í februar, trýst á knøttin:

Søkir tú inn til heilsurøktaraútbúgvingina, ið byrjar í uugust, trýst á knøttin:

Um heilsurøktaraútbúgvingina

Tú lærir um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt, umsorgan við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Tú arbeiðir á sjúkrahúsi, ellisheimi, sambýli ella á øðrum heilsufakligum øki.

Bygnaður av útbúgvingini

Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 22 mánaðar tilsamans. Tú ert trý tíðarskeið í skúla og trý tíðarskeið í starvsvenjing kring landið. Starvsvenjingarplássini eru innan eldraøkið, á sjúkrahúsi og í psykiatri.

Almennar lærugreinar

  • Enskt B
  • Føroyskt A
  • Náttúrulæra C

Yrkislærugreinar

  • Møtið við borgaran/sjúklingin
  • Endurmenning
  • Borgara- sjúklingagongdin
  • Dygd og menning
  • Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt
  • Likamlig sjúka og sjúkrarøkt
  • Heilivágslæra
Upptøka til heilsurøktaraútbúgvingina

Upptøka til heilsurøktaraútbúgvingina er treytað av, at umsøkjari hevur:

1)   lokið heilsuhjálparaútbúgving, ella

2)   viðkomandi útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 15 mánaðir. Arbeiðsroyndir innan røkt skulu sum minsta krav vera 3 mánaðir.

Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.

Námsskipan, námsætlan og útbúgvingarbók
Próvtøkur

Í heilsurøktaraútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku 5 ferðir. Einstaki næmingurin skal til
munnliga próvtøku í heilivágslæru, náttúrulæru og í endaligari verkætlan.

Næmingurin skal harumframt til munnliga ella skrivliga próvtøku í almennu lærugreinunum føroyskum og enskum, ið mentamálaráðið trekkir út.

Peningaligur stuðul

Øll, sum eru yvir 18 ár, hava rætt til peningaligan stuðul undir útbúgvingini. Les meira her.

Framtíðar møguleikar

Eftir lokna útbúgving eru arbeiðsøkini í høvuðsheitinum:

Víðari lesnaður

Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði enn í heilsurøktaraútbúgvingini. Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á www.ug.dk

Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á støði Bachelor of science – universitetsútbúgving –  har fult gymnasialt prógv er eitt krav. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A- og B-støði.

Tosa við ein lestrarvegleiðara um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum.