Onki úrslit at finna.
Search by

Heilsurøktaraútbúgvingin

Lesnaður til heilsurøktara byrjar í februar og august. Útbúgvingin er samansett av trimum ástøðum á tríggjar mánaðir og tríggjar starvsvenjingar á tríggjar mánaðir. Útbúgvingin tekur 22 mðr.

Útbúgvingarlongd

3 ár

Starvsvenjing

Fýra ferðir á 3 mðr.

Skúlabyrjan

Feb. / aug.

Umsóknarfreist

1. nov./15. mar.

Um heilsurøktaraútbúgvingina

Tú lærir um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt, umsorgan við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Tú arbeiðir á sjúkrahúsi, ellisheimi, sambýli ella á øðrum heilsufakligum øki.

Bygnaður av útbúgvingini

Longdin á heilsurøktaraútbúgviningini er júst nú undir broyting, tí at starvsvenjingartíðarskeiðið verður longt. Skúlaskeiðini eru tey somu sum áður. Talan er um trý skúlatíðarskeiðir. Starvsvenjingarplássini eru innan eldraøkið, á sjúkrahúsi og í psykiatri.

Almennar lærugreinar

  • Enskt B
  • Føroyskt A
  • Náttúrulæra C

Yrkislærugreinar

  • Møtið við borgaran/sjúklingin
  • Endurmenning
  • Borgara- sjúklingagongdin
  • Dygd og menning
  • Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt
  • Likamlig sjúka og sjúkrarøkt
  • Heilivágslæra
Upptøka til heilsurøktaraútbúgvingina

Upptøka til heilsurøktaraútbúgvingina er treytað av, at umsøkjari hevur:

1)   lokið heilsuhjálparaútbúgving, ella

2)   viðkomandi útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 15 mánaðir. Arbeiðsroyndir innan røkt skulu sum minsta krav vera 3 mánaðir.

Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.

Námsskipan, námsætlan og útbúgvingarbók

Námsskipan: Námsskipanin verður endurskoðað í løtuni. Vinarliga set teg í samband við Heilsuskúla Føroya fyri nærri kunning.

Námsætlan

Útbúgvingarbók

Próvtøkur

Í heilsurøktaraútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku 5 ferðir. Einstaki næmingurin skal til
munnliga próvtøku í heilivágslæru, náttúrulæru og í endaligari verkætlan.

Næmingurin skal harumframt til munnliga ella skrivliga próvtøku í almennu lærugreinunum føroyskum og enskum, ið mentamálaráðið trekkir út.

Peningaligur stuðul

Øll, sum eru yvir 18 ár, hava rætt til peningaligan stuðul undir útbúgvingini.

Søkir tú um løn undir útbúgving les meira her.

Skalt tú søkja um studning, sjá kunning á www.studni.fo

Framtíðar møguleikar

Eftir lokna útbúgving eru arbeiðsøkini í høvuðsheitinum:

Søk her, valmøguleikar:

Hevur tú vangan, søk her:

Nú kunnu øll søkja inn á Heilsuskúlan gjøgnum appina Útbúgvingar

Hevur tú IKKI Vangan, fylg hesi vegleiðing:

Um tú ikki hevur Vangan og ert undir 18 ár, so kunnu foreldur tíni brúka sín Vanga til at innskriva teg.

Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, skal tú trýsta á leinkjuna niðanfyri og senda tað til okkum, sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblaðið.

Tørvar tær vegleiðing til umsóknina, ber til at síggja vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum her.

Løn undir útbúgving

Næmingar á heilsuskúlanum kunnu fáa løn undir útbúgving. Hetta krevur, at tú fært sáttmála við eitt arbeiðspláss. Sí útbúgvingarsáttmálan.

Lønin til heilsurøktaranæmingar, galdandi frá 1.okt 2025, er 15.114 kr.

Tú skalt sjálv/sjálvur venda tær til eitt arbeiðspláss. Tað er sostatt tín ábyrgd at biðja um sáttmála, men Heilsuskúli Føroya vegleiðir teg fegin.

Ynskir tú vegleiðing, ella hevur tú spurningar um hetta, kanst tú venda tær til Heilsuskúlan á heilsuskulin@skulin.fo ella á telefon 614210.

Útbúgvingarsáttmáli

Um tú ynskir at fáa løn undir útbúgvingin, er neyðugt hjá tær at fáa ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara.

Tað er ráðiligt, at seta seg í samband við tey arbeiðspláss, tú ert áhugað/ur í at gera sáttmála við, nakrar mánaðir innan tú ætlar tær undir útbúgving. Í nógvum førum skal ein førleikameting gerast, har longdin á sáttmálanum eisini verður avgjørd.

Útbúgvingarsáttmálan finnur tú her.

Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við Heilsuskúla Føroya. Tá sáttmálin er útfyltur og undirskrivaður, skal hann sendast til heilsuskulin@skulin.fo

Heilsuskulin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.