Vegleiðaraskeið
Vegleiðaraskeiðið er einaferð árliga á Heilsuskúlanum, og varir 2 vikur.
Skeiðið er fyri vegleiðarar, ið ikki enn hava tikið skeið í vegleiðing á Heilsuskúlanum. Báðar vikurnar eru kravdar. Møtiskylda er.
Innihald:
Kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók – persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður og støðismetingar v.m.
Venja at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum/cases.
Skeiðið er í tveimum eindum, yvir tvær vikur. Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa.
Byrjað verður kl. 11.00 mánadag, báðar vikurnar.
Undirvísing er hinar dagarnar frá kl. 8.15 – 16.00. Endað verður kl. 14.30 fríggjadag. 4 yvirnáttingar pr. viku.
Upptøkukrav
Viðkomandi heilsuútbúgving.
Undirvísingin á skeiðnum er ókeypis. Luttakari/arbeiðsgevari rindar kost og yvirnátting.
Við tilmelding
Upplýs útbúgving, og arbeiðspláss ið tú er tilknýtt/ur.
Tilmelding: Heilsuskúli Føroya tlf. 61 42 10 ella heilsuskulin@skulin.fo, sí ásettu freist í lýsing.
Undirvísingartilfar til vegleiðarskeið
Bøkur sum næmingar og vegleiðarar skulu nýta til arbeiði við málum í starvsvenjingini.
Til skeiðið: Bið um bókina til útbúgvingina sum tú arbeiðir við. Bøkurnar innihalda mál fyri starvsvenjing og greiða frá hvussu arbeiðast kann í tí dagliga við at náa málinunum. Bøkurnar verða nýttar á vegleiðaraskeiðnum og dagliga í starvsvenjingini.
Praktikbogen social- og sundhedshjælper, Munksgaard – heilsuhjálparar
Praktikbogen social- og sundhedsassistent, Munksgaard – heilsurøktarar
Bið um nýggjastu útgávu, um ongin útgáva er ásett í lýsingini.
Endamál vegleiðaraskeið
Endamál
At styrkja luttakararnar í teirra leikluti sum vegleiðarar, so teir út frá námsfrøðiligari umhugsan verða førir fyri at útinna vegleiðing í starvsliga partinum av heilsu-útbúgvingunum.
Skeiðsinnihald
Læringarhættir í ástøði og í verki, læringarstílur, læringarumhvørvi
Umhugsanir (refleksjón)
At arbeiða við næmingum
– næmingafortreytir
– motivasjón
– samrøður
– ráðlegging av starvsvenjingartíð og samrøðum
Námsfrøði í mun til vegleiðaraleiklutin og tilgongd
Førleikar hjá næmingunum – yrkisligir og persónligir
Samskifti
Uppbygnaður av heilsuútbúgvingunum
Meting og eftirmeting í heilsuútbúgvingunum
– at byggja upp og seta mál
– taksonomi
– støðiseftirmetingar
– jaligar eftirmetingar
Skeiðið fevnir um 60 undirvísingartímar.