Fjarundirvísing á Heilsuskúlanum

Partvís fjarundirvísing er sett í verk á Heilsuskúlanum, sum ein roynd.

Tú gongur í skúla sum vanligt, men onkrar skúladagar kanst tú sita heima og fáa uppgávur ella heimaundirvísing. Tað fer at standa í tímatalvuni nær tað verður. Skúlin leggur sum oftast fjarundirvísingardagarnar upp til vikuskiftini t.d mánadag ella fríggjadag, umleið einaferð um vikuna.

Er galdandi fyri bæði heilsuhjálpara og heilsurøktaraútbúgvingina.

Á øðrum líknandi skúlum í t.d. Danmark, er eisini møguligt at fáa fjarundirvísing, men tað er er ikki møguligt at taka eina yrkisútbúgving, sum heilsuhjálpara ella heilsurøktara, bert við fjarundirvísing. Tað er tí tað snýr seg um eina útbúgving, har tú skalt venja ávísa førleikar í verki, saman við øðrum næmingum.

TAÐ ER IKKI MØGULIGT AT TAKA ÚTBÚGVINGARNAR, BERT VIÐ FJARLESTRI. Les um munin á fjarundirvísing og fjarlestri niðanfyri.

 

Fjarundirvísing og fjarlestur eru hvørt sítt.

 

Fjarundirvísing

Einstakir dagar við undirvísing gjøgnum netið, har tú situr heima og arbeiðir.

Lærarin sendir uppgávuna til tímarnar við telduposti ella ørðum forriti. Lærarin er tøkur við teldu ella telefon og kann stuðla við skrivligum og munnligum spurningum. Uppgávurnar skulu latast inn, sum lærarin biður um tað, fyri at vera skrásettur sum virkin í tímunum/útbúgvingini.

Tað kann eisini vera at nakrir næmingar sita í hølum á skúlanum og aðrir runt landið, við samskipaðari undirvísing á ymiskan hátt.

 

Fjarlestur

Fjarlestur er egnað til hægri útbúgvingar við ongari møtiskyldu og undirvísingin er fyri tað mesta yvir netið. Tað er ikki ætlanin at seta í verk fjarlestur á Heilsuskúlanum.

Næmingar á Heilsuskúlanum hava møtiskyldu, tí kunnu longri tíðarskeið ikki verða sum fjarlestur.

Yrkisútbúgvingar brúka vanliga ikki fjarlestur, av tí at eitt hondverk skal lærast í verki. Fyri at læra at taka sær av øðrum menniskjum, skulu venjingar í førleikunum til, í samskifti og samstarvi við aðrar næmingar.