Námsfrøðihjálpari - umsóknarblað

 

Umsóknarblaðið verður lagt inn her umleið 15. februar

 

NÁMSFRØÐIHJÁLPARI

Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir. Skiftur ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið.

Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

Gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.

 

Les meira