
Námsfrøðihjálpari
Lær at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
Skiftur ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið.
Upptøkutreyt: 9. flokkur og eitt ára skúlagongd, ella arbeiðsroyndir av onkrum slagi. Ella 10. flokkur. Varir 24 mánaðir. Freist 15. mars.
Byrjar á heysti 2020.
Gevur atgongd til miðallangar útbúgvingar.
Innihald
Lærugreinar
Námsfrøði
Sálarfrøði í námsfr. verki
Samskifti í námsfr. verki
Heilsa í námsfr. verki
Rørsla og ítróttur
Náttúra og útilív
Talgild mentan
Mentan og virksemi
Arbeiðsumhvørvi
Føroyskt C
Samfelagslæra C
Enskt C
Danskt C
Ymisk valfak 1-2 vikur.
Rytma, máltíðin, trivnaður, sernámsfrøðiligir hættir, netverk v.m.
Bøkur í útbúgvingini.
Námskipan og námsætlanir sí her
Próvtøkur
Í námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 3 lærugreinum. Einstaki næmingurin skal til munnliga próvtøku í verkætlan og munnliga próvtøka í einari yrkislærugrein. Harumframt munnlig ella skrivlig próvtøka í føroyskum ella munnlig próvtøku í enskum ella samfelagslæru, sum Mentamálaráðið tekur út.
Frávik og avriksflutningur
Næmingur kann søkja um avriksfluting (arf) í lærugreinum, ið hann hevur tikið á sama støði ella á hægri støði, enn undirvíst verður í á viðkomandi útbúgving. Søkjast skal um avriksflutning við útbúgvingarbyrjan og áðrenn 14. dagar eru farnir. Næmingur kann fáa avriksflutning fyri eindir ella partar av eindum í starvsliga útbúgvingarpartinum, um hann/hon kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á yrkisøkinum. Skúlin metir um og vegleiðir um avriksflutning við skúlabyrjan og næmingurin fyllir út umsóknarblað um avriksflutning, tá útbúgvingin byrjar.
Næmingur, ið hevur avriksflutning í einari ella fleiri lærugreinum, skal fyri at fara í starvsvenjing og til próvtøku, hava í minsta lagi 02 í meðal í øllum lærugreinum.