Skeiðsvirksemi

Les um ymisk skeið á Heilsuskúlanum

 

 

Vegleiðaraskeið

- árliga afturvendandi 2 vikur

Vegleiðaraskeiðið er einaferð árliga á Heilsuskúlanum, og varir 2 vikur.

Skeiðini hava verið einaferð árliga, síðani 2008. Umleið 22 luttakarar eru á hvørjum skeiði. Fyrstu árini varð skeiðið skipað í gevandi samstarvi við Sosu-skúlan í Bornholm.

Skeiðið er fyri vegleiðarar, ið ikki enn hava tikið skeið í vegleiðing á Heilsuskúlanum. Báðar vikurnar eru kravdar. Skeiðið er ókeypis fyri starvsfólk í starvi innan almanna- og heilsuøkið.

Melda til við at skriva til heilsuskulin@skulin.fo

Innihald: Kunning um útbúgvingarnar, námsskipan, útbúgvingarbók - persónligir førleikar, lestrarumhvørvi, læring, kravdar samrøður og støðismetingar v.m.

Venja at skriva støðismetingar og at arbeiða við næmingadømum/cases.

Skeiðið er í tveimum eindum, yvir tvær vikur. Lærarar á Heilsuskúla Føroya undirvísa.

 

 

Fyrstuhjálp

- fleiri ferðir árliga

Síðani 2013 hevur Heilsuskúlin veitt øllum næmingum í útbúgvingunum skeið í fyrstuhjáp. Tað er eitt krav til útbúgvingarnar at bjóða fyrstuhjálp.

Í 2013 tóku 2 undirvísarar frá Heilsuskúlanum góðkenda útbúgving sum undirvísarar í fyrstuhjálp frá Beredskabscenter Aalborg.

 

 

Styttri skeið kring landið

- menning av vegleiðarum

Heilsuskúlin skipar árliga fyri førleikamenning av starvsfólkum á almanna og heilsuøkinum, við styttri skeiðum, kring landið, fyri vegleiðarar hjá næmingum, ið eru í starvsvenjing.

Á skeiðnum fáa heilsustarvsfólk ment sínar førleikar at taka sær av vegleiðing og at tryggja at almanna- og heilsuøkið fær væl útbúgvin starvsfólk.

Møguleiki er at umbiðja hesi eindagsskeið, har arbeitt verður við hvussu næmingurin kann náa málum fyri starvsvenjing, um arbeiðspláss ynskja at skúlin kemur á staðið at hava skeiðini.

 

 

 

Les niðanfyri um fyrrverandi skeið

Skeið fyri ófaklærd heilsustarvsfólk

Februar 2020

Eftir ynski frá eldraøkjum kring landið, varð í februar skipað fyri einum 4 daga skeiði fyri ófaklærd starvsfólk í eldraøkinum. Nøkur evnir sum annars liggja í heilsuhjálparaútbúgvingini vóru á skránni. Tað gevur trygd fyri einsrættaðari røkt, at tað er Heilsuskúlin sum veitir slík skeið, av tí at undirvísingin tá verður soleiðis sum bøkurnar fyriskriva tað. 

Samstundis kann tað kveikja áhuga fyri at fara undir útbúgving, at fáa innlit í røktina. At skeiðið er fyri starvsfólk, sum framanundan eru í starvi sum ófaklærd, gevur øktan møguleika fyri at skapa áhuga fyri at taka sær fulla útbúgving, tá áhugin longu frammanundan er fyri økinum.

 

 

Heilivágsskeið

fyri heilsurøktarar og heilsuhjálparar

Mars 2016

Heilsuskúli Føroya hevur saman við heilsuskúla í Aabenraa skipað fyri heilivágsskeiði fyri heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Tað vóru 3 skeið íalt.

Frá 29. februar til og við 4. mars 2016 var skeið fyri 30 heilsurøktarum hildið í Havn.

Frá 7. mars til og við 11. mars var skeið fyri 25 heilsurøktarum hildið í Suðuroy.

 

Undirvísarar vóru Helle Kloth, sjúkrarøktarfrøðingur og undirvísari og Tina H. Skafte, leiðari á Social- og sundhedsskolen í Aabenraa.

Skeiðið er tað sama medicinskeiðið, ið hevur verið hildið fyri heilsurøktarar í Danmark í nógv ár. Skeiðsluttakararnir lótu sera væl at skeiðnum.

Eisini var skeið, í Havn, fyri heilsuhjálparar, í handfaring av heilivági, 3. dagar sama tíðarskeið.

 

 

 

Skeið recovery

Februar 2013

Skeið í RECOVERY og INKLUSIÓN verður í Tórshavn og Suðuroy, fyri brúkarar, avvarandi og starvsfólk, sum eru áhugaði í psykiatri.

Undirvísari er Anders Madsen, leiðari, Master í Etik og Værdier i Organisationer. RECOVERY og INKLUSIÓN og Heidi Sørensen, sosialráðgevi frá "STOA-gruppen" - í Jyllandi. www.stoa.dk

”Recovery indebærer skabelse af ny mening og nyt formål i livet, efterhånden som man overkommer de katastrofale konsekvenser af psykisk sygdom.” (Anthony 1993)

• Hvat er recovery /”at koma seg ” eftir sálarliga sjúku
• Hvat forðar og stuðlar recovery
• Hvussu kann ein sjálv/ur arbeiða við recovery
• Hvat er rehabilitering
• Hvat kunnu tey avvarandi gera
• Hvørjar avbjóðingar setur recovery til skipan av samstarvi
og leiklutin hjá tí professionella
• Hvussu kann recovery samskipast við málsetningar og
skjalfesting

Suðuroy: Heilsuskúli Føroya

Mánadag 11. februar: At byggja upp ein "búfelagsskap", um skizofreni, borderline, og bólkatilgongdir í arbeiðinum viš sinnisveikum. Fyri starvsfólk.

Týsdag 12. februar: RECOVERY og INKLUSIÒN, mótstøða fyri broytingum og mindfullness fyri sinnisveik.

 

Tórshavn: Sjúkrarøktarfrøðiskúlin, kjallarin

Mikudag 13. februar: Recovery og inklusión, fyri starvsfólk innan psykiatri, arbeiðsloysisskipan, myndugleikar og onnur ið møta sinnisveikum í dagligdegnum.

Hósdag 14. februar kl. 16 - 19.00: Recovery og inklusión, fyri brúkarar, avvarandi, og starvsfólk, sum omanfyri nevnt.

 

 

Skeið Cooperative Learning

Heilsuskúlin skipaði í 2012 og 2013 fyri skeiðum í cooperative learning CL - á føroyskum er tað "samvirkisnám".Fólkaskúlin og aðrir yrkis- og miðnámsskúlar vóru boðin við á skeiðini. Skeiðini vardu 2 vikur íalt.

CL er eitt námsfrøðiligt amboð at nýta í undirvísingini og tryggjar at so nógvir næmingar eru so virknir samstundis, í mest møguliga tíð í einum undirvísingartíma.

Góð undirtøka var frá fólkaskúlalærarum, Tekniska skúla og Handilsskúlanum til skeiðini. Tað var Heilsuskúlin sum hoyrdi um CL frá donskum heilsuskúlum og valdi at taka undirvísarar hendavegin. Endamálið hjá Heilsuskúlanum at skipa fyri hesum skeiðið, var at førleikamenna undirvísarar á skúlanum og soleiðis at tryggja eina betri læring fyri heilsustarvsfólk í landinum.

Góðar eftirmetingar eru frá lærarum.

 

 

 

Brellbita skeið fyri ALS

Oktobur 2012 

Heilsuskúlin skipar fyri "BRELL-bita" skeið fyri arbeiðssøkjandi.

- søk gjøgnum Als

 

Brell-bitar til at søkja inn á Heilsuskúlan.