Skilhald, atburður og samvera

 

Heilsuskúlin er eitt arbeiðspláss, har nógv fólk skulu virka saman dagliga. Skulu vit øll trívast væl, mugu næmingar, lærarar og onnur starvsfólk virða hvønn annan og sýna fyrilit, vanliga fólkaligheit og vera tilvitaður um sínar arbeiðsfelagar.

Skúlin hevur hesar reglur og um tær ikki verða hildnar, kann næmingurin átalast og agatiltøk kunnu vera sett í verk sum frágreitt niðanfyri. Næmingurin hevur sjálvur skyldu at kunna seg um reglurnar:

§ 1. Næmingarnir skulu møta rættstundis. Øll frávera verður skrásett. Si reglur um fráveru aðrasteðs.

§ 2. Næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini. Hetta vil siga:
- At vera fyrireikað/ur til undirvísingina
- At lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
- At vera luttakandi í undirvísingini
- At hava frálærutilfar við sær til undirvísingina

§ 3. Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

§ 4. Næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum. Kunningartøkni er sjálvsagdur partur av undirvísingini, men privat nýtsla av t.d. farteldum, fartelefonum og teldlum í tímunum er strangliga bannað. Um næmingur brýtur ásetingina, fær hann fráveru fyri tíman.

§ 5. Næmingarnir IKKI eta/drekka í hølum, har heilsutrygdin ikki loyvir tí.
§ 6. Royking fer fram í roykjuskýli ella øðrum av leiðsluni ávístum øki.

§ 7 Hvør einstakur næmingur hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a:
1) At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
2) At seta koppar, gløs og annað á køksvognar
3) At seta stólar upp undir borðið har hetta er gjørligt

§ 8 Parkering skal einans fara fram á parkeringsøkinum. Leiðslurnar kunnu til eina og hvørja tíð senda boð eftir løgregluni um at fáa bilar burtur, ið eru parkeraðir ólógliga.

§ 9 Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlarnar ella at møta upp ávirkaður.
§ 10 Ikki er loyvt at avmynda ella gera upptøkur av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.
§ 11 Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.

§ 12 Agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglunar, kunnu fevna um:
1) Næmingur kann burturvísast úr tímanum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi.
2) Næmingurin kann fáa munnliga ávaring frá leiðsluni, ið næmingurin skrivliga skal vátta á serligum oyðublaði.
3) Næminginum kann verða noktað at luttaka í ávísum virksemi.
4) Næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið, og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
5) Næmingurin kann burturvísast frá skúlanum. Um næmingurin hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk,
kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.


Stk. 2. Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk.

 

 

Praktisk viðurskifti og trygd

Opið er

Skúlin hevur opið gerandisdagar frá uml. 8.00 til 17.00. 

Skúladagurin er frá 8.15 -  uml. 15.00 -16.00

Eftir kl. 17.00 steingja allar hurðar - ALLAR HURÐAR KUNNU tó latast upp innanífrá, men eru stongdar uttanífrá.

Næmingar kunnu brúka skúlan eftir kl 17.00 til skúlavirksemi eftir avtalu við húsavørðin.

Lásini eru battarídrivin og um streymurin fer, so virka tey kortini.

 

Prenting/teldur og kopimaskina

Á skúlanum er avmarkað nøgd av teldum og printarum, sum næmingarnir kunnu nýta. Víst verður til felagsøkini, ið eru gongd v. bókasavnið og opnu bólkarúmini. 

Privat ljósprentnýtsla, kosta eina kr. pr. pappír og skal gjaldast til skrivaran.

 

Pappír 

Pappír til prentarar og kopimaskinu kann keypast á skrivstovu skúlans

 

Teldupostskipan

Tá næmingarnir byrja, verða teir settir inn í teldu-post forritið First-class, ið skúlin dagliga brúkar til samskifti við næmingarnar. Næmingar skulu undir útbúgvingini sjálvir syrgja fyri at hava teldu, so møguleiki er at gera skrivligar uppgávur og at hava atgongd til internet.

 

 

Pappírsleysur skúli

Heilsuskúlin miðar ímóti at vera pappírsleysur skúli í mest møguligan mun, tí verður nógv undirvísingartilfar sent yvir teldupost og eisini uppgávu innlating avgreidd yvir teldupost.

Heitt verður á næmingar um at prenta minst møguligt tilfar út.

 

Gjald fyri tilfar

Næmingar rinda við byrja av útbúginving eitt ávíst gjald fyri ymiskt undirvísingartilfar, ið verður brúkt undir útbúgvingini. Sambært kunngerð fyri útbúgvingarnar, skulu næmingar rinda tilfar til útbúgvingina.

 

 

Telduhjálp

Teldumaður og telduábyrgdari eru á skúlanum, fáast kann hjálp við teldum, tá tað snýr seg um forrit sum skúlin nýtir. 

 

 

 

Rusk

Skal skiljast í tráð við umhvørsvinarligan sið.

 

 

 

Heimasíðan

Myndir, sum verða tiknar á skúlanum samband við undirvísing, evnisvikur o.a. kunnu allar vera lagdar inn á heimasíðu skúlans

Tá myndir verða valdar til heimasíðuna, verður umhugsað gjølla, at tað ikki er myndir, ið kunnu vera niðurgerandi fyri einkultpersónar. 

 

 

 

Rúsevnispolitikkur skúlans

 

§1 Endamál

Fyri at tryggja einum góðum, tryggum og mennandi skúlaumhvørvi, har næmingar hava møguleika fyri at trívast, vilja vit hava greiðar reglur fyri, hvussu rúsevni skulu handfarast á í skúlanum. Eisini skulu vit arbeiða við at fyribyrgja trupulleikar av rúsandi evnum og geva næmingum møguleika fyri, so tíðliga sum gjørligt, at koma burturúr møguligum misbrúki og soleiðis varðveita sínar førleikar v.m.

 §2 Alment

Einki rúsdrekka og onnur rúsandi evni skulu njótast á Heilsuskúla Føroya í skúlatíðini; heldur ikki í matarsteðginum. Somuleiðis er ikki loyvt at møta til í skúla ávirkaður av rúsevni.

 §3 Undantøk

Tó kann leiðslan í serligum førum geva loyvið til, at skonkt verður í samband við hátíðarhald. Við tíllík høvi skal eins góður møguleiki vera fyri at fáa alkoholfrían løgg.

 §4  Næmingar, rúsevnistrupulleikar og munnlig ávaring

  1. Rúsevnistrupulleikar eru ikki privat mál. Tí skulu øll taka ábyrgd og boða frá til /kontaktpersónar og deildarleiðarin, um tey eru vitandi um rúsevnistrupulleikar. Um deildarleiðarin varnast, at næmingur hevur rúsevnistrupulleikar, skal deildarleiðarin skipa fyri samrøðu, mgl.saman við kontaktpersóni. Til samrøðuna fær næmingurin munnliga ávaring og tilboð um hjálp.
  2. Kontaktpersónar skulu kunnast um allar ávaringar og kunnu krevja at vera við til seinni samrøður. Tann, sum fær ávaring, skal skrivliga vátta hesum. Allar ávaringar skulu skrásetast í næmingaskjølunum hjá viðkomandi. Til fyrstu samrøðuna, skal nýggj samrøða avtalast um 14 dagar.
  3. Um næmingar møtir ávirkaður til í skúla, verður viðkomandi sendur til hús. Hetta er ábyrgd deildarleiðarans, ið eisini tekur stig til eina samrøðu skjótast gjørligt.