Víðari útbúgving, møguleikar

www.ug.dk

Kannið altíð nýggjastu upptøkukrøvini, ið kunnu broytast allatíðina!

 

 

Reidar er bæði heilsuhjálpari og heilsurøktari og greiðir frá um at útbúgva seg víðari

 

Reidar Joensen fór á Heilsuskúla við tí ætlan, at hann vildi arbeiða í sjúkraflutningtænastuni. 

Tað hevur hann møguleika til tí at hann hevur heilsurøktaraútbúgving. Reidar hevur tikið víðari útbúgving á Landssjúkrahúsinum. Fyrst tók hann eitt skeið, sum eitur PHTLS. Hetta er ein stytting fyri pre-hospital trauma life support.  Les meira her www.cascadetraining.com/offered_classes/prehospital_trauma_life_support_ptls.cfm

½ ár seinni fór Reidar í holt við behandlara-útbúgvingina og var í starvsvenjing á ymsu deildunum á Landssjúkrahúsinum á B8, skurðgongini og á skaðastovuni.

 

 

Víðari útbúgving

Vilt tú vita meira um víðari útbúgving, kanst tú fara inn á www.ug.dk

Sum heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.

Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði enn í heilsurøktaraútbúgvingini.

Kannað altíð nýggjastu upptøkukrøvini, ið kunnu broytast allatíðina !

 

Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á støði Bachelor of science - Universitetsútbúgving -  har fult gymnasialt prógv er eitt krav. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A- og B-støði.

Tosa við ein lestrarvegleiðara um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum.