Orðblindni

Orðblindni er ein sera vanligur innlærutrupulleiki. Næmingar við orðblindni hava tikið útbúgving á Heilsuskúlanum. 

Heilsuskúlin hevur orðblindalærara og um tú hevur orðblindni, so set teg gjarna í samband við hendan áðrenn tú søkir á skúlan.

Les her um Tinu, sum bæði hevur tikið heilsuhjálpara og heilsurøktaraútbúgving á Heisuskúlanum.

 

Tina hevur orðblindni. Hetta tordi hon ikki at fortelja, áðrenn hon byrjaði á Heilsuskúla Føroya í 2005. Hon var afturhaldandi, men vildi so fegin nema sær heilsuhjálparaútbúgving og gjørdi av at royna. Hon fekk heilsuhjálparprógvið; bæði við góðum úrsliti og munandi hægri sjálvsvirði.

Tina fekk arbeiði á einum ellis- og røktarheimi og dámdi sera væl at arbeiða við eldri menniskjum og vera um tey. Men um hon vildi hava fast starv á ellis- og røktarheiminum, var kravið Heilsurøktaraútbúgving. Tina visti, at hon vildi arbeiða innan eldraøkið, so nú fór hon at umhugsa, um hon skuldi útbúgva seg víðari til heilsurøktara.

Í 2007 bleiv avgerðin tikin og Tina fór aftur í skúla. Tað var til tíðir eitt sera strævið tíðarskeið, har tað bæði bleiv grátið og flent. 2 ferðir var Tina um at gevast, men hugsaði so um dóttir sína og herjaði so á aftur. 

Orsøkin til, at hon ikki tordi at fortelja, at hon er orðblind, var reaktiónin hjá øðrum. Tina væntaði, at fólk hildu hana vera býtta. Men Tina skal bert hava sín lærdóm inn á ein øðrvísi hátt. Tina er ein sólskinssøga og var tað ein heilt serligur dagur, tá hon fekk prógv sum heilsurøktari. Fleiri av okkum, sum starvast á Heilsuskúlanum, høvdu ein klump í hálsinum og gleddist saman við Tinu henda hátíðardag.

 

Søgan um Ingun er ein onnur sólskinssøga, tí Ingun hevur orðblindni og kravdi tað dirvið av henni at søkja inn á Heilsuskúla Føroya. Les meira um Ingun her.

 

Reidar hevur lesi- og skrivitrupulleikar og er sera takksamur fyri góðu hjálpina, ið hann fekk á Heilsuskúlanum. Eisini eftir loknan lestur, tá hann var farin í holt við útbúgvingina til behandlara, og hevði tørv á at fáa eina váttan frá Heilsuskúlanum

uppá sínar trupulleikar, so hann kundi fáa atgongd til alt tilfarið, sum hann skuldi lesa, á ljóðfíli. Heilsuskúlin hevur orðblindalærara, sum hevur myndugleika at skriva slíka váttanir. Les meira her