Heilsurøktari

 

Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 1 ár og 10 mánaðir.

Byrjar í mars mánaða á hvørjum ári.

Freistin at søkja er 1. novembur.

Søk

 

Innihald og tíðarskeið

Tú lærir m.a. um heilsufremjan, fyribyrging, sjúkrarøkt og endurmenning.Tú kanst arbeiða innan t.d. eldraøkið, Almanna- og heilsuverkið, psykiatri og sjúkraflutning, ella sum stuðul hjá fólki ið bera eitthvørt brek. 

Longd 22 mánaðar íalt.

Tú ert 3 tíðarskeið í skúla í Suðuroy.

Tú ert 3 tíðarskeið í starvsvenjing kring landið.

 

Gevur atgongd til fleiri víðari útbúgvingar. 

 

Starvið sum heilsurøktari.

 

 

Upptøkukrøv

Heilsuhjálparaútbúgving, ella onnur útbúgving + viðkomandi arbeiðsroyndir í 3 mánaðir.

Studentsprógv, Hf-prógv, FHS, saman við viðkomandi arbeiðsroyndum.Tað er eitt krav, at arbeiðsroyndirnar eru innan umsorg, røkt ella heilsuøkið.

Arbeiðsváttan skal fyriliggja, við vegleiðandi arbeiðstímum pr. viku/mánaða og tíðarskeiðið 

 

 

Lærugreinar

 

Yrkislærugreinar

Møtið við borgaran/sjúklingin       

Dygd og menning

Borgara- sjúklingagongdin

Endurmenning        

Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt                                  

Likamlig sjúka og sjúkrarøkt                                 

Heilivágslæra                                                         

 

                           

Almennar lærugreinar                                                                          

Enskt B                                

Føroyskt A                          

Náttúrulæra  C                  

 

Vallærugreinar                  

 

 

Starvsvenjingarpláss

Starvsvenjingin gongur fyri seg runt alt landið.

Heilsurøktaranæmingar eru í starvsvenjing tríggjar ferðir undir útbúgvingini. Hvør starvsvenjing er 11-12 vikur.

Heilsurøktarin skal í starvsvenjing innan hesi trý økir:

  • Eldraøkið
  • Sjúkrahús
  • Psykiatriska økið

 

 

 

Metingar í skúlaskeiðunum

Tá eitt skúlatíðarskeið endar, er ein innanhýsis roynd og talmet verða givin fyri hvørja lærugrein sær. 

 

 

Metingar í starvsvenjingini

Starvsvenjingin hevur ávís mál ið skulu standast við endan av tíðarskeiðnum. Næmingurin fær vegleiðing undir starvsvenjingini og skal til 3 samrøður í hvørjari starvsvenjing. Vegleiðarin útfyllir eina støðismeting, ið vísir støðið hjá næminginum.

 

 

Próvtøkur

Til seinast í útbúgvingini liggja próvtøkur. Heilsurøktaranæmingar skulu upp til próvtøku 5 ferðir (broytt januar2019):  

  • Verkætlan, ið er skrivað í bólkum
  • Heilivágslæru
  • Munnlig próvtøka í náttúrulæru
  • 2 próvtøkur í almennum lærugreinum, skrivlig ella munnlig.

 Mentamálaráðið trekkir út lærugreinarnar. 

 

 

Arbeiðspláss

 

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan t.d.: 

  • Eldraøki
  • Sjúkrahúsverki
  • Psykiatriska øki
  • Stuðulstænastuna
  • Sjúkraflutning

 

 

Víðari lesnaður

Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til proffesiónsbachelorútbúgvingar sum t.d. fysioterapeut, ergoterpeut, sosialráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Í ávísum førum kann vera krav um aðra lærugrein og støði enn í heilsurøktaraútbúgvingini. Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á www.ug.dk

Í Føroyum er t.d. sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin á støði Bachelor of science - Universitetsútbúgving -  har fult gymnasialt prógv er eitt krav. Harvið eitt ávíst tal av lærugreinum á A- og B-støði.

Tosa við ein lestrarvegleiðara um møguleika fyri sjálvlestri ella stakgreinalestri, um tú ynskir at søkja víðari í Føroyum.