Heilsuskúlin bjóðar tvær útbúgvingar

Heilsuhjálpari

 

Fyrra útbúgvingin er heilsuhjálpari og tekur 15 mánaðir. 

Heilsuhjálpirin veitir røkt til borgarar innan t.d. eldraøkið og kunnu arbeiða sum stuðlar hjá fólki ið bera brek. Førleikar sum útbúgvingin gevur/endamál. 

Les meira

 

 

Heilsurøktari

Seinna útbúgvingin er heilsurøktari og tekur 22 mánaðir.

Heilsurøktarin veitir sjúkrarøkt til borrgarar og sjúklingar í eldraøkinum, sjúkrahúsi, innan psykiatri, sjúklingaflutning og sum stuðlar í almannaverkinum.

Førleikar sum útbúgvingin gevur/endamál. 

Les meira

 

 

Hvat er munurin á útbúgvingunum?

 

 

  • Heilsuhjálparin arbeiðir sjálvstøðugt við umsorg, handaligum stuðli og røkt 

"Røkt" er stuðul til tað, ið borgarin vanliga sjálvur hevur megnað av persónligum tørvum í dagliga lívinum, men ikki megnar longur vegna elli, sjúku ella brek. Tað er alt tað, ið ein vanliga sjálvur tekur sær av, t.d. sum bað, lata seg í, at eta, at drekka. Heilsuhjálparin arbeiðir i heiminum hjá borgaranum og tað kann eisini vera ellisheim ella sambýli.

 

  • Heilsurøktarin arbeiðir sjálvstøðugt við umsorgan, virksemi og grundleggjan-di sjúkrarøkt, 

Sjúkrarøkt er, umframt vanliga røkt, tá ið sjúka er við inni í myndini. Heilsurøktarin veitir grundleggjandi sjúkrarøkt og hevur tí, afturat eldraøkinum eisini arbeiðsøki innan almanna og heilsuverkið.

 

Báðar útbúgvingar skulu harumframt arbeiða við endurmenning av mistum førleikum, heilsufremjan og fyribyrging av sjúkum, innanfyri økini røkt ella sjúkrarøkt.

 

 

 

 

Arbeiðsøki eftir lokna útbúgving

Heilsuhjálparin arbeiðir innan eldraøki og almannaverkið, har borgarin hevur tørv á stuðli til at megna gerandisdagin

Heilsurøktarin arbeiðir innan eldraøki, almanna - og heilsuverkið, herundir psykiatri og innan sjúkraflutning ella sum stuðul t.d. innan sosialpsykiatri.