Starvsvenjing

Heilsuhjálparanæmingar eru 2x12 vikur í starvsvenjing

  • á stovni innan eldraøki
  • í heimatænastuni undir Nærverkinum

 

Heilsurøktararnæmingar eru 3x12 vikur í starvsvenjing

  • á stovni innan eldraøki,
  • á sjúkrahúsi
  • innan fyri psykiatriska økið

 

Nágreinilig vikutíðarætlan fyri starvsvenjingartíðarskeið.

 

 

Starvsvenjing - heilsuhjálparaútbúgving

Starvsvenjingin gongur fyri seg á ymiskum arbeiðsplássum innan Nærverkið.

Starvsvenjingarstaðið virkar fyri, at næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, røkt og umsorgan.

Somuleiðis skal næmingurin læra seg grundleggjandi og fyribyrgjandi heilsutiltøk og í tvørfakligum samstarvi vera við til at skapa heildarloysnir og fremja átøk, sum eru lagað eftir borgarans tørvi, og sum skapa samanhang í gerandisdegi borgarans.

 

 

Starvsvenjing - heilsurøktaraútbúgving

Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um ymisk starvsøki í almanna- og heilsuverkinum.

Starvsvenjingarstaðið virkar fyri, at næmingurin fær upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, umsorgan, heilsu og sjúkrarøkt.

Í starvsliga útbúgvingarpartinum skal næminguri læra at arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi. Næmingarnir skulu fáa ymiskar og fjøltáttaðar royndir við sjúklingum og borgarum, sum hava tørv á stuðli ella røkt, orsakað av eitt nú sosialum, sálarligum ella likamligum trupulleikum ella sjúkum. Harumframt skal næmingurin ogna sær vitan um tænastur, sum tað almenna, eins og privat virki, kunnu bjóða.

Næmingurin skal gerast førur fyri at greiða úr hondum samskipandi og undirvísingarligt virksemi.

 

 

 

Brot úr Námsskipanini:

Heilsuskúli Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av útbúgvingunum og ger í námsskipanini reglur fyri útbúgvingina. Mentamálaráðið góðkennir Námsskipanina.

Starvsvenjingarstaðið hevur ábyrgd av starvsvenjingarpartinum og leggur starvsvenjingartíðina til rættis, við støði í námsskipanini og útbúgvingarbókini hjá næminginum.

Starvsvenjingarstaðið skal avgreiða og allýsa ábyrgd, førleikar og uppgávur í samband við vegleiðing, í mun til yrkisbygnaðin á staðnum. Leiðsla og vegleiðarar skulu kenna ábyrgd teirra og endamálið við útbúgvingini og útfrá hesum lýsa lestrarumhvørvið á staðnum.

Starvsvenjingin skal skipast soleiðis, at eitt námsfrøðiligt endamál er við uppgávum, ið næmingurin hevur, útfrá teimum málum, sum eru fyri starvsvenjingarpartarnar.

Partar av starvsvenjingini kunnu fara fram í venjingarstovu skúlans.