Vegleiðing til umsókn
Uttan niðanfyrinevndu upplýsingar, prógv og váttanir, kann umsóknin vera mett - "ikki nøktandi".
- Tað er umráðandi, at tú grundgevur á umsóknarblaðnum fyri, hví tú ynskir at taka útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari
- Tað er umráðandi at greiða frá arbeiðsroyndum eftir loknan fólkaskúla
- Avrit av dópsváttan/navnabrævi skulu sendast við umsóknini
- Prógv fyri seinast loknu førleikagevandi skúlagongd skal leggjast við umsóknini
- Um ein ikki er vísur í, um ein lýkur upptøkukrøvini eftir vanligum reglum, er umráðandi at senda inn øll prógv ein hevur av t.d. einkultfakum, skeiðum v.m.
- Umráðandi er at undirskriva umsóknina
Serlig vegleiðing til umsókn - heilsuhjálparaútbúgvingin:
- Um tú hevur 10. flokk, er ikki krav um at arbeiðsroyndir eisini eru prógvaðar
- Um tú t.d. hevur FHS eftir 9. flokk, lýkur tú krøvini fyri upptøku og tá er ikki neyðugt at senda arbeiðsváttanir við umsóknini
- Um tú søkir til heilsuhjálpara við 9. flokki skalt tú senda inn váttan fyri í minsta lagi eitt ára arbeiðsroyndir
- Umsøkjari við 9. flokki: Til heilsuhjálparaútbúgvingina er ikki neyðugt, at arbeiðsroyndirnar eru viðkomandi, innanfyri røkt ella umsorg. Allar arbeiðsroyndir kunnu nýtast.
- Ein váttan frá arbeiðsgevara skal sendast við umsóknini, har tímatal pr. viku/mánaða og tíðarskeið skal vera greitt ásett
- Um tímatalið er minni enn fulla arbeiðsviku um vikuna, skal váttan vera fyri meir enn eitt ára arbeiði
- Tað er ikki neyðugt at senda lønarseðlar sum váttan
Serlig vegleiðing til umsókn - heilsurøktaraútbúgvingin:
- Heilsuhjálparaútbúgving er ein fyrimunur
- Umsøkjari við aðrari skúlagongd, t.d studentsprógvi, HF-prógvi og FHS-prógvi, kann søkja um upptøku, við í minsta lagið 3 mánaða viðkomandi arbeiðsroyndum, fulla tíð
- Upptøka uttan heilsuhjálparaútbúgving krevur, at bøkurnar til heilsuhjálparaútbúgvingina verða lisnar áðrenn byrjan
Viðkomandi arbeiðsroyndir til heilsurøktara:
- Arbeiðsroyndir skulu vera innan heilsu, røkt ella sjúkarøkt. Metingin um arbeiðsroyndirnar eru viðkomandi, verður gjørd, í hvørjum einstøkum føri.
- Um tímatalið er minni enn fulla tíð, skal váttan vera fyri meir enn 3 mánaðir
- Ein váttan frá arbeiðsgevara skal fyriliggja, har meðal tímatal pr viku/mánaða og tíðarskeið er váttað
- Tað er ikki neyðugt at senda lønarseðlar sum váttan
- Lívsroyndir, so sum at passa familju ella egin børn kann ikki telja sum arbeiðsroyndir